Løgreglan sigur soleiðis í boðum: “Føroya politi skal boða frá, at í morgin (fríggjadagin 26. mai), í tíðabilinum frá kl. 11.00 til 16.00, verður venjing í “kortege koyring/bilafylgi”.
Fleiri akfør og politimotorsúkklur, koma at luttaka. Venjingin byrjar í Vágum/Flogvøllinum, og heldur fram á Streymoynni, Eysturoynni og Klaksvík. Væntast kann, at ferðslan verður tarna eitt sindur av hesum.
Vónandi bera tit yvir við okkum.“