Mynd: Rúsdrekkasølan við Norðskála
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at áleið klokkan trý í nátt fingu tey boð um, at ein rútur varð brotnaður hjá rúsdrekkasøluni við Norðskála.
Enn er ikki endaliga staðfest, um fólk hava verið inni ella ikki. Løgreglan upplýsir, at ein alarmur fór í gongd og at starvsfólk hjá Rúsdrekkasøluni fóru beinanvegin á staðið.
Nú fer so arbeiðið í gongd at tryggja sær upptøkur frá vakmyndatólum bæði inni í Rúsdrekkasøluni og hjá fyritøkum rundan um sjálvt staðið, fyri at fáa endaliga staðfest hvat er hent í nátt, sigur løgreglan.
Deil á Facebook