Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum í morgun, at teir gjørdu ferðslukanningar á Glyvrum í gjár.
Endamáli var at kanna ferðsluna og hvussu fólk annars varða um bilin hjá sær.
Løgreglan upplýsir, at hon steðgaði 150 bilum og at 23 bilførarar fingu bót. Tað snúði seg alt frá, ikki at sita íbundin, lyktafeilir og ikki hava koyrikort uppi á sær. Eisini fingu nakrir bilførarir átalu fyri smærri brot.
Deil á Facebook