Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.12.2024 16:33

Løgin fremmandur gestur í Djúpinum

Mynd tikin í dag av MV Jomi tá ið tað sigldi norðureftir (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Seinastu dagarnar hevur hetta løgna fremmanda skip verið at sæð í Djúpinum.
Talan er um skipið MV Jomi, sum siglur undir Bahamas flaggið.

Tað hevur í einar 4 dagar siglt spakuliga norð á Oyndarfjørð og so suður á Hagaleitið uttanfyri Leirvík, har tað hevur vent. Hesa somu rutu tað siglt hvønn dag í uml. 4-5 ferðir um dagin.

Hesin løgni atburður hevur eisini vakt ans hjá fólkið í økinum rundanum hesa farðleið.

Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við MRCC fyri at frætta hvat hetta er fyri skip. Hjá teimum vita tey ikki meira at siga um skipið, enn tað sum er at lesa á MarineTraffice og Vesselfinder.

Sambært upplýsningunum sum eru til taks, so er farmaskipið ávegis til Reykjavík har tað, eftir ætlan skal verða tann 12. desember.

Skipið er bygt í 1991 og hoyrir undir norska reiðaríði Misje Rederi AS.

Soleiðis sær rutan út hjá MV Jomi. Mynd: MarineTraffice