Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 14:13

Lív & Tróndur við bólki – Svimjihyljakonsert

Mentanardagar í Fuglafirði

Í ár verða tað Lív&Tróndur við bólki sum hava ársins svimjihyljakonsert. Konsertin verður fríggjakvøldið 4. september kl. 22. Vit gleða okkum.

Lív&Tróndur er einfólkakær duo, sum hevur framført við teirra tónleiki seinastu mongu árini. Til Svimjihyljakonsertina fara tey at framføra saman við Óla Mortensen á gittara og Kristian Paula Ellefsen á klaver, sum gevur konsertini eina eyka dimensjón. Báðir eru kendir úr tónleikaumhvørvinum. Tey fýra hava spælt saman áður og í ár hava tey ferðast saman á Fólkatónleikastevnu í Fugloy og Mykinesi og havt konsertir.


Tónleikurin er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar flættast saman í eina symbiosu. Tónleikurin er fólkakendur, bleytur og melankolskur við einum pulsi. Summi hava enntá lagt tey undir fyri at vera vorðin “popp/country”. Saman hava Lív og Tróndur funnið sína egnu tónleikarók, og tey gleða seg at framføra nýtt, gott og gamalt í svimjihylinum í Fuglafirði.


Kl. 21:30 – 23.00 skipar Fuglafjarðar Svimjifelag fyri kafe í sambandi við konsertina. 
Svimjihylurin er skóleyst økið, so lakkerið bibbuneglirnar ella latið tykkum í penastu sokkar tit eiga Og inni er sera, sera heitt, men eisini fjálgt. 
Vit takka GroAqua fyri øll árini at hava lánt okkum undirvatnsljós at leggja í svimjihylin meðan konsertin er.


Konsertin er ókeypis – Vælkomin