Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2026 11:39

Lítil øking í makrelvísitalinum

Mynd: Havstovan

Havstovan

Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk.

Makrelur

Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt (Mynd 1). Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum (Mynd 2). Harafturat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin.

Norðhavssild

Sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum (Mynd 3) og vísitalið fyri norðhavssild er 28% hægri enn í fjør. Árgangirnir 2021-2022 síggja góðir út, og í tali var 4 og 5 ára gomul sild 52% av stovninum.

Svartkjaftur

Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni í kanningarøkinum og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14% sammett við í fjør (Mynd 4). Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti; í tali vóru hesir 41% av samlaða stovninum.

Umhvørvis- og djóraætikanningar

Vatnskorpuhitin í kanningarøkinum var yvir miðal allastaðni uttan á norska landgrunninum, har hann var undir miðal (Mynd 5). Av djóraæti var mest at síggja í økinum millum Føroyar og Jan Mayen, og í miðal líkjast nøgdirnar undanfarnum árum (Mynd 6).

Frágreiðing um úrslitini

Úrslitini frá makrekanningunum verða í hesum døgum brúkt til at gera  stovnsmeting  av makreli.  Stovnsmeting,veiðutilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum í juli, verða kunngjørd 30. september, men fyribils frágreiðing sæst her.

Mynd 1. Vísitalið fyri makrel sambært kanningum í juli.
Mynd 2. Makrelútbreiðsla út frá yvirlitstrolingini (tons/km2).
Mynd 3. Ekkóskráseting av sild.
Mynd 4. Ekkóskráseting av svartkjafti.
Mynd 5. Frávik frá miðal vatnskorpuhita í juli (1990-2009).
Mynd 6. Djóraæti í ovastu 200 m.

Spjaldur