Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2024 15:58

Lip- og lymfødembólkurin bjóða til hugnaløtu

Krabbameinsfelagið

Hóskvøldið 29. februar bjóðar Lip- og lymfødembólkurin til hugnaløtu. Sunneva Thorsteinsson fer at hava eitt upplegg um styling av klæðum, hár og makeup. Tiltakið verður á Grønlandsvegi 58, í Havn frá kl. 19.00 – 21.30. 

Sunneva er útlærd frisør, kosmetolog og eisini stylecoach. Sunneva hevur drúgvar royndir á økinum, kom og hoyr hana ráðgeva um styling av klæðum, um makeup og hár.

Eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa og tíð til prát og hugna.

Tilmelding á telefon 317959, teldupost kmf@krabbamein.fo, sms á telefon 217956 ella umvegis sosialu miðlarnar hjá Krabbameinsfelagnum.