Mynd: Fótbolti.net – Hafliði Breiðfjörð
Tað hevur ikki verið tann besta byrjanin hjá rituvíkinginum Klæminti A. Olsen í nýggja felagið sínum, íslendska meistarafelaganum Breiðablik. Klæmint hevur havt tað torført við at vunnið sær pláss á liðnum, og eisini í sjálvan dystarhópin. Hann hevur fyrstu tvey umførini í landskappingini, ikki verið við í dystarhópinum, men verið frávaldur og sitið ístaðin á áskoðarplássunum.
Hetta hava íslendskir miðlar eisini lagt til merkis, at ein tílikur profilur ikki sleppur framat og hava eisini spurt nógv inntil hví so hevur verið. Venjarin hjá Breiðablik, Óskar Hrafn Þorvaldsson, hevur svara miðlunum, at hópurin er stórur og at álopsleikarirnir, sum hava verið valdur framum, hava gjørt tað gott. Tí hevur ikki verið pláss til Klæmint.
Men nú hevur venjarin, tveir dagar áðrenn dyst, kunngjørt á sínum Twitter-vanga byrjunarliðið, sum skal leika ímóti Fjølnir í steypakappingini, eisini kallað Mjólkurbikarinn. Og her er tað gleðiliga, sæð við føroyskum brillum, at Klæmint A. Olsen byrjar inni í álopinum. Hetta verður sostatt eisini “debut´in” fyri besta liðið hjá Breiðablik.
Dystuin verður leiktur mikudagin kl 19.00 føroyska tíð.
Deil á Facebook