Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.05.2023 16:58

Leygardagur á Útivikuni 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Hevur tú ikki enn roynt Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð ella vitja málningaframsýningina við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni? So hevur tú aftur møguleikan í dag.

Eisini er ein gongutúrur á skránni, og vegna nógva avfallið fyrr í dag, broyta vit túrin soleiðis at vit ikki fara at ganga eftir vátliga lendinum til Kolbeinagjáar, men ístaðin ganga vit okkum ein túr eftir bygdavegum og bygdagøtum. Túrurin byrjar við bygdahúsið og gonguleiðin verður avgjørd á staðnum. 

Skráin fyri leygardegnum 27. mai:

Kl. 09:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni 
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 20:00: Gongutúrur á Strondum
Vit møtast við bygdahúsið og ganga okkum ein túr á Strondum eftir bygdavegum og bygdagøtum. Túrurin byrjar við bygdahúsið og gonguleiðin verður avgjørd á staðnum.