Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2026 13:17

Lerkur møguliga í flotan áðrenn ársskiftið

Mynd: Framherji

Nýggji trolarin Lerkur, sum Framherji í Fuglafirði byggir skal eftir ætlan verða liðugur og handast eigaranum seinni í ár.

Tað hava tó verið nakrar seinkingar á vegnum, og tí er møguleikin fyri, at skipið ikki verður liðugt hesumegin ársskiftið hóast alt. Tað váttar Framherji fyri Eysturoyarportalinum.

Sjúrður Tollaksson, sum P/F Varðin í Gøtu letur byggur, og sum kann partrola saman við nýggja Lerki, verður eftir ætlan liðugur í september í ár.

Og sambært tíðarætlanin, so skuldi Lerkur verða liðugur uml. 3-4 mánaðir eftir at Sjúrður Tollaksson varð liðugur.