Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.10.2026 23:42

Lear Kongur fyri børn í Mentanarhúsinum fríggjadagin

 Mentanarhúsið í Fuglafirði

Fríggjadagin 9. oktober kl. 17, kemur Ævintýraferðin í Mentanarhúsið í Fuglafirði við einari snedigari, syrgnari og stuttligari útgávu av Lear Kongi eftir William Shakespeare.

Tað eru Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini, sum við tónleiki, leiklist og hugflogi bjóða børnum og barnsligum sálum inn í heimin hjá Shakespeare.

Søgan byrjar við einum gomlum kongi, sum ætlar at býta kongaríkið millum tríggjar døtur. Men tær skikka sær als ikki, sum hann hevði væntað, og skjótt fer alt av sporinum. Kongurin missir vitið og rýmir úr síni egnu kongshøll.

Kærleiki, svik og óvæntaðar hendingar seta dám á søguna, sum teir báðir fortelja við tónlistarligum og leiklistarligum snildi. Úrslitið er ein livandi inngongd til eitt av kendu leikverkunum hjá Shakespeare.

Framførslan hóskar best til børn frá fimm árum og upp. Hóast søgan verður søgd við skemti og hugflogi, er talan eisini um eina tragediu, har fólk doyggja, og einstakar hendingar kunnu tykjast ógvusligar fyri tey yngstu.

Lear Kongur verður sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 9. oktober kl. 17. Atgongumerki fáast á mh.fo og atgongumerki.fo