Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2025 13:10

Leingi livi Hildigarð

Mynd: ÍF

ÍF

Góðu tit øll!

Í allar fagrasta veðri hendan sunnudag 2. februar 2025, vóru vit saman um eina eldsál, sum vit eru errin av. 

Av hjarta takka vit øllum, sum komu framvið ÍF-húsinum at heilsa uppá ítróttaeldsálina 2024, Hildigarð Eliasen.

Takk øll, ið komu við kakum.

Takk fyri góðar røður – og takk fyri góðan sang, Bárður á Lakjuni! 

Í kvøld merktu vit av álvara, hvussu góðan felagsskap vit hava í ÍF! Stúgvandi fult hús av fólki. 

Størsta tøkkin fer til sjálva eldsálina. Hildigarð, takk fyri alt, ið tú hevur lagt eftir tær í ÍF. Tú ert ikki liðug enn, tíbetur. Enn fara vit at síggja nógv til tín í ÍF, og enn hava vit tørv á vegleiðing og eini hjálpandi hond frá tær. 

Takk fyri eina hugnaliga løtu, øll somul! 

Leingi livi Hildigarð – leingi livi felagsskapurin. 

Her eru nakrar myndir frá degnum: Myndaskjátta – Móttøka fyri Hildigarð

Spjaldur