Leikaratunnilin hjá Víkingi í Sarpugerði er vorðin listprýddur seinastu dagarnar. Tað er altjóða kendi graffitilistamaðurin Szabotage, sum hevur prýtt og málað.
Szabotage er víðagitin fyri sítt arbeiði í Hong Kong og Bretlandi, har listaframsýningar og veggmyndir verða sýndar fram um alt Evropa og Asia.
Visjónin var at skapa eitt listaverk, sum er stuttligt, innihaldsríkt fyri Víking, og nakað, sum elvir til stoltleika í øllum felagnum og felagsskapinum. Veggmyndin er fylt við “uppdagandi” detaljum – elementum, sum tú merkir ymiskt, hvørja ferð tú hyggur at henni – sum geva honum dýpd, persónligheit og søgu, siga umboð fyri felagið við Eysturoyarportalin.
Veggmyndin sameinir Szabotage’s kreativa stíl við felagsvisjónina í felagnum, og tryggjar, at bæði fortíð og nútíð hjá Víkingi eru umboðað.
Tað, sum gjørdi verkætlanina enn meira serliga, var, at børnini og spælararnir hjá Víkingi vóru við, har nógvir av teimum tóku eina sproytudós upp og gjørdust sjálvir partur av tilgongdini. Tann kenslan av luttøku, kreativiteti, og samleika endurspegla sera nógv andan hjá Víkingi.
Ætlanin er at hvørt Víkingalið, sum gongur ígjøgnum tunnilin, skal beinanvegin føla, hvar tey eru – og hvussu sterkur felagsskapurin aftanfyri felagið er, verður sagt at enda.







