Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2024 11:45

Leggja fyri í Kekkia

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Skráin fyri undankappingina til HM 2026 er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars.

Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá hol verður sett á undankappingina til HM 2026.

Eftir lutakastið, sum var í Zürich í Sveis á middegi fríggjadagin, komu Føroyar í bólk L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19:45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Frankaríki ella Kroatia.

Aftur at undankappingardystunum, skal manslandsliðið eisini spæla tveir venjingardystir í komandi ári, sum verða í juni og novembur mánað.

Leikskráin (HM 2026)
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

Hvørt tað verður Kroatia ella Frankaríki, ið endar í bólki saman við Føroyum, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum teirra millum, sum verða spældir 20. og 23. mars.

Taparin verður í bólki L, í HM-undankappingini, meðan vinnarin fer í bólk D, saman við Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.