Víkingur skrivar soleiðis í morgun:
Eftir 376 dystir í bestu deildini og 18 A-landsdystur hevur Andreas Lava Olsen valt at takka fyri seg á hægsta stigi.
Lava, sum vit betra kenna hann sum, hevur leikt fyri besta liðið hjá okkum, síðani felagið varð stovnað, fyri uttan eitt tíðarskeið, tá hann leikti uttanlands. Áðrenn hetta leikti hann fyri besta liðið hjá LÍF.
Sostatt hevur Lava vunnið fleiri steypasigrar og FM fyri Víking.
Lava hevur evnið sum fótbóltleikari, sum sjálvdan síggjast aðrastaðni. Ein leikari við X-Factor, og sum so mangan hevur bjargað okkum sigurin heim. Við síni litføgru persónligheit, hevur Lava eisini sett sín dám á skiftirúmi, har tað nú verður eitt tómrúm at fylla.
Seinastu árini hava verið nógv merkt av skaðum hjá leirvíkingunum, sum nú hevur valt at steðga á hægsta stigið.
Saknur verður í Lava á vøllinum, men vit vóna at síggja hann aftur í øðrum leiklutum fyri felagið.