Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.10.2023 09:45

Larmandi tøgn úr Fíggjarmálaráðnum

Mynd: KVF (savnsmynd)

Tíðindaskriv/ Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. oktober verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað, og frá í morgin fevnir tað um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.  

Allar seingjardeildir hava longu verið í verkfalli í 17 dagar, og eftir tað, er arbeiðið lagt niður á øllum skurðdeildum og flestu amubulatorium. Verkfallið fevnir harumframt um skaðastovurnar á øllum trimum sjúkrahúsum, og í morgin fer skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini í verkfall. 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hetta tíðarskeiðið tikið ábyrgd, og givið tey undantøk, ið skulu til fyri, at lív ikki verða sett í vága. 

Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast. 

Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er.

Verkfallið er nú á:

Landssjúkrahúsið

Seingjardeild A2

Seingjardeild A3

Seingjardeild B5

Seingjardeild B6

Seingjardeild B8

Seingjardeild G1

Seingjardeild G4
Seingjardeild P40PA

Seingjardeild P40PI

Skurðdeildin

Skaðastovan

Dagskurð

Viðrakning

Ortopediskt ambulatorium

Skaða ambulatorium

Urologiskt ambulatorium

Mammae ambulatorium

Parenkym ambulatorium

Gynækologiskt ambulatorium

Sár ambulatorium

Klin/Fys ambulatorium

Húð ambulatorium

Diabetes ambulatorium

Kardiologiskt ambulatorium

Hjartarehabilitering

Lunga ambulatorium

Neurologiskt ambulatorium

Klaksvíkar Sjúkrahús

Seingjardeild KS3

Skurðdeildin

Skaðastovan

Almen kirurgiskt ambulatorium

Ortopædiskt ambulatorium

Urologiskt ambulatorium

Svøvn ambulatorium

Suðuroyar Sjúkrahús

Seingjardeildin

Skurðdeildin

Skaðastovan

Pínuklikkin

Kardiologiskt ambulatorium

Skaða ambulatorium