Lesarabræv
Fyri kortum hevur undirritaði saman við fleiri øðrum løgtingslimum sett landsstýrismanninum í vinnumálum §52a-fyrispurningar um vegakervið og vantandi játtan til rakstur av hesum. Hetta hevur fingið landsverkfrøðingin at taka blaðið frá munninum og rópa varskó. Eftirsleipið av vantandi viðlíkahaldi av undirstøðukervinum var umleið 375 milliónir krónur í 2018 og er helst nógv størri í dag. Støðan, sum hon er í dag, er púra greitt ein beinleiðis avleiðing av tí evarska lítlu rakstrarjáttanini, sum verður sett av til at halda vegir okkara.
Tað eru tilsamans 476 kilometrar av landsvegi í Føroyum, og samlaða játtanin til viðlíkahald av landsvegunum er umleið 42 milliónir krónur. Av hesum fara umleið 11 milliónir krónur bert til vetrarhald, og harumframt fer ein partur av játtanini til tilbúgving. Prísurin á asfalti er farin nógv upp seinastu tíðina, og við verandi ferð kemur Landsverk helst ikki at røkka runt at viðlíkahalda allar landsvegir, fyrr enn væl yvir ein øld er runnin.
Tann parturin av undirstøðukervinum, sum avgjørt verður best hildin, eru undirsjóvartunlarnir, og tað er eingin tilvild. Raksturin av teimum verður beinleiðis fíggjaður við tunnilsgjøldunum, sum verða goldin av brúkarunum av tunlunum. Hetta leggur raksturin av øllum undirsjóvartunlum í eina trygga rakstrarlegu.
Inntøkurnar í landskassanum frá ávikavist vektgjaldi eru 145 milliónir krónur, frá skrásetingargjaldi 117 milliónir krónur og frá ferðaavgjaldi 17 milliónir krónur. Hetta eru tilsamans 279 milliónir krónur, sum beinleiðis verða tiknar inn í landskassan fyri slit á undirstøðukervi. Hevði bert ein partur av hesum verið settur av til rakstur og viðlíkahald av vegum okkara, hevði staðið munandi betur til við landsvegunum.
Tað er sjón fyri søgn, at politiska skipanin hevur havt stóran áhuga í at klippa snórar og gera nýggjar íløgur, men ongan áhuga í at seta av til at viðlíkahalda hesar somu íløgurnar. Tó tykist tað vera ein konsensus í politisku skipanini um, at støðan, sum hon er í dag, ikki er nøktandi og má endurskoðast.
So er stóri spurningurin, um tað fer at eydnast landsstýrismanninum og Løgtinginum at raðfesta eina langtíðarætlan fyri viðlíkahaldi á komandi fíggjarlógum. Livst, so spyrst.
Við vón um batar, Hermann R. Samuelsen
Løgtingsmaður, Sambandsflokkurin
