Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2026 14:51

Hópurin móti Georgia úttikin

Sanna Svarvadal úr KÍ er millum tær 20, ið er boðsend til HM-undankappingardystin á útivølli ímóti Georgia - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin móti Georgia, sum verður í Tbilisi fríggjadagin 5. juni.

Um tvær vikur skal kvinnulandsliðið í eldin aftur, tá Georgia tekur ímóti á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi.

Undan dystinum eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við trimum stigum, sum komu í hús ímóti júst Georgia, sum vitjaði á Tórsvølli um hálvan apríl. Føroyar vunnu 1-0 við máli sum Anna Caroline Brændstrup skoraði.

Fyrrapartin hósdagin kunngjørdi landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, tær 20, ið eru boðsendar til útidystin ímóti Georgia, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 125 av teimum 197 londunum, sum eru á listanum. Føroyar eru í løtuni á 110. plássi.

Hópurin
Gunnvá Lützen, HB Tórshavn
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Julia Naomi Mortensen, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Helga Mikkelsen, NSÍ Runavík
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sara Samson Shaki, HB Tórshavn
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB Tórshavn
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Brá Zakariasardóttir, HB Tórshavn
Sólja Ernstdóttir, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

Í bólki C4 í undankappingini til HM 2027 er Grikkaland fremst við níggju stigum, Føroyar hava trý stig, og aftast er Georgia, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.