Heilsu- og orkumálaráðið
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur í dag vitjað Umhvørvisstovuna, har leiðslan greiddi frá um virksemið á stovninum. Høvi var eisini at heilsa upp á starvsfólkini, sum greiddu frá sínum dagliga arbeiði.
Landsstýriskvinnan fekk handað eina vetrarbirk (Drimys winteri), ið er framleidd á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
