Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2026 09:22

Landsliðsúttøkur mánadagin

Teir ellivu, ið Eyðun Klakstein sendi á vøllin frá byrjan í seinasta dystinum hjá manslandsliðnum, sum var tíðliga í juni. Føroyar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Litava - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin 14. septembur klokkan 10:00 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvølli har Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen fara at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, sum eru á skránni í næstum.

Síðst í hesum mánaðinum og fyrst í oktobur verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni.

Manslandsliðið fer undir nýggja UEFA Nations League-kapping, og at byrja við skulu Eyðun Klakstein og hansara menn spæla fýra dystir – tveir á heimavølli og tveir á útivølli.

Samstundis fer U21-landsliðið undir endaspurtin í EM-undankapping, og skal um mánaðarskifti spæla tveir heimadystir og ein útidyst.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 14. septembur klokkan 10:00.

Á tíðindafundinum fara Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari hjá monnum, og Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum, at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, ið standa fyri framman.

25. sept.
Estland U21 – Føroyar U21 (Pärnu / 17:00)

26. sept.
Føroyar A – Kasakstan A (Tórsvøllur / kl. 17:00)

29. sept.
Moldova A – Føroyar A (Chisinau / 17:00)

30. sept.
Føroyar U21 – Luksemborg U21 (Djúpumýra / 17:00)

2. okt.
Føroyar A – Slovakia A (Tórsvøllur / 19:45)

6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Føroyar U21 – Ísland U21 (Tórsvøllur / 18:00)

———

13. nov.
Slovakia A – Føroyar A (Kosice / 19:45)

16. nov.
Føroyar A – Moldova A (Tórsvøllur / 15:00)