Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2024 07:30

Landsliðsúttøkur í dag

Í dag, mánadagin 30. september, fer Håkan Ericson at kunngera hópin til landsdystirnar móti Armenia og Lettlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í dag klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi á Tórsvølli í samband við landsliðsúttøkurnar av U21-landsliðnum og manslandsliðnum, sum hava Nations League og EM uppgávur á skránni um góðar tvær vikur.

Hálvan oktober er landsliðsfótbóltur aftur á heimavølli. Hósdagin 10. oktober tekur manslandsliðið ímóti Armenia, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 13. oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Eisini U21-landsliðið hevur tvær spennandi uppgávur á heimavølli hesaferð. Fyrri dysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 11. oktober klokkan 16:00, tá oddaliðið í bólkinum, Portugal kemur á vitjan.

Seinni dysturin hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum, og tann síðstí í hesari undankappingini, verður týsdagin 15. oktober klokkan 17:00, tá Føroyar taka ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli.

Í hesum sambandi verður bjóðað til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 30. september klokkan 10:00, har venjararnir, Eyðun Klakstein og Håkan Ericson fara at kunngera hóparnar til komandi landsliðsuppgávur.

Manslandsliðið
10. okt. Føroyar – Armenia (kl. 19:45)
13. okt. Føroyar – Lettland (kl. 19:45)

U21
11. okt. Føroyar – Portugal (kl. 16:00 á Djúpumýru)
15. okt. Føroyar – Hvítarussland (kl. 17:00 á Tórsvølli)