Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2024 08:30

Landsliðsúttøka mánadagin

Mánadagin klokkan 10:00 fer Håkan Ericson at kunngera hópin til Baltic Cup 2024 - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánadagin 27. mai klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til Baltic Cup 2024.

Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í komandi mánað skal spæla tveir altjóða FIFA-skrásettar landsdystir.

Manslandsliðið skal taka lut í Baltic Cup 2024, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni.

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn í Estlandi spæla Estland og Føroyar, og í Riga í Lettland møtast Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða týsdagin 11. juni.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við monnum er boðið við til Baltic Cup, er talan kortini ikki um eina ókenda kapping fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Kvinnulandsliðið hevur í fleiri umførum tikið lut í Baltic Cup, og harafturat hava nøkur av okkara ungdómslandsliðum við gentum eisini luttikið.

Men hvørjir verða so teir, ið skulu umboða føroyska A-landsliðið við monnum í Baltic Cup 2024. Tað fer landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera á tíðindafundi, sum verður í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 27. mai klokkan 10:00.

Tíðindafundurin og ymiskt annað í samband við landsliðsúttøkuna verður at hoyra beinleiðis á FM 1, og eisini verður møguleika at fylgja við á Rás 1 í Televarpinum.

Næst eftir Baltic Cup er UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst. Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Dystirnir vera spældir í september, oktober og í november mánað.