Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2024 11:42

Laksatorgið verður 13. juli 

Visit Runavík 

Hugnaliga Laksatorgið niðri á Støð á Glyvrum er vorðið eitt satt summar-hæddarpunkt í Runavíkar kommunu. Gleð teg til ársins Laksatorg, sum verður leygardagin 13. juli kl. 10-16. 

Tað er Runavíkar kommuna, ið skipar fyri vælumtókta familjutiltakinum, og Bakkafrost veitir laks til mongu gestirnar.

Mangt spennandi er á rúgvusmiklu skránni. Eins og undanfarin ár verður stóra sølutorgið við sølu av alskyns vørum so sum prýðislutum, hondbundnum vørum, mati og mongum øðrum. 

Eisini vera tónleikainnsløg við Signari í Homrum, SWAY, Tónajam (Nes sóknar Musikkskúli) og Ævintýraferðini – ið bæði børn og vaksin kunnu gleða seg til. Harumframt koma Angela og Hannibal at undirhalda børnunum, og Kæti skipar somuleiðis fyri barnaundirhaldi. Møguleiki verður eisini fyri ponyríðing, ókeypis kajakktúri og øðrum.

Dámar tær havsvimjing, tak so svimjiklæðini við, tí eitt hanagleiv frá økinum liggur fjøran við ósan á Glyvrum, og har eru frálíkar svimji- og dyppingarumstøður. 

Bakkafrost hevur opið hús fyri almenninginum, og vitjandi fáa m.a. møguleika at síggja framleiðsluvirkið. Regin Jacobsen, stjóri, hevur framløgu, og Jens Marni syngur.

Verið hjartaliga vælkomin á Laksatorgið 2024.