Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2022 18:32

Lærari í enskum

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærara til lærugreinina enskt.


Talan er fyribils um umleið 1/2 avloysarastarv fyri lærara í farloyvi – fyribils fram til jóla.
Setanarbrotið kann tó verða broytt í hesum tíðarskeiði.


Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum
førleikum.


Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri
lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar
á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.


Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:


• at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
• at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
• at leggja undirvísingina til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
• at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í
menningini av Miðnámi á Kambsdali


Harafturat verður dentur lagdur á:


• at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
• at tú hevur góðar KT førleikar


Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.


Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2022 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.


Spurningar um størvini kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo


Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo