Nes prestagjald
Tað er við gleði, at kirkjuráðið í Nes kirkjusókn bjóðar til “Kvirru í Nes kirkju”. Kvirra í Nes kirkju er kvirra í kærum kørmum. Høvið er at hugsavna seg um eitthvørt, biðja stillar bønir ella lesa úr bíbliu sum andaktsbókum, ið eru tøkar í kirkjuni.
Kirkjuráðið hevur heitt á Karen Elkjær Abrahamsen um at standa fyri hesum – t.e. at hon letur upp kirkjuna og skipar karmarnar.
Onkuntíð verður prestur við. Onkuntíð verður byrjað við meditativum tónleiki.
Ætlandi verður hetta hvønn 1. og 3. hósdag í mánaðinum í umleið ein tíma frá kl. 17.00 – tó ikki í føstuni. Tvs. at byrjað verður komandi hóskvøld 1. feb kl. 17.00, og síðani aftur eftir páskir.
1. februar luttekur Ester R. Hansen við tvørfloytuspæli.
Vælkomin øll
Deil á Facebook