Mynd: FSF
Leygardagin fer fótbóltsárið í kvinnufótbóltinum í gongd við ársins stórsteypadysti, sum er millum greipuvinnararnar úr KÍ og NSÍ, sum endaði á 2. plássi í landskappingini í fjør.
Tað verður Tórsvøllur, sum leygardagin klokkan 17:00 verður karmur um ársins stórsteypadyst hjá kvinnum, sum er millum KÍ og NSÍ. Hetta er samstundis ein endurtøka av stórsteypadystinum í fjør, og hetta er triðja árið á rað, at júst hesi bæði feløgini spæla stórsteypadyst.
KÍ sum greipuvinnari og NSÍ sum silvurvinnari teljast eisini millum feløgini, ið kunnu roknast millum teirra, ið fara at kappast um oddasessin í bestu kvinnudeildini hetta komandi kappingarárið, so spennandi verður at síggja, hvørjum henda fyrsta toppuppgerðin í ár endar við.
Í fyrraárið vann KÍ sannførandi 4-1 á NSÍ í stórsteypadystinum, men í fjør stóð á jøvnum, 0-0, eftir teir 90 minuttirnar, og so skuldu brotsspørk skjótast fyri at fáa dystin avgjørdan, og tá skoraði NSÍ fýra ferðir og KÍ tvær ferðir, so steypið hevur altso staðið við Løkin síðsta árið.
Stuðla felagið Hoyr
Stórsteypadysturin hjá kvinnunum leygardagin er fyriskipaður í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, eins og gjørt var fyri viku síðani, tá ið KÍ og Víkingur spældu tann hjá monnum, sum endaði 0-0 og ikki var avgjørdur, fyrr enn KÍ hevði vunnið 6-5 við brotsspørkum.
At Lions er við í spælinum, merkir so eisini, at eitt vælgerandi endamál verður stuðlað, og hesaferð er tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum báðum, umframt dystunum í september í fjør um Lionsbikarið í hondbólti.
Hoyr hevur góð 30 ár á baki og er eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.
Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7
2020: eingin dystur orsaka av koronu
2021: KÍ-NSÍ 4-1
2022: KÍ-NSÍ 0-0 (2-4 eftir brotsspørk)