Níggju djarvar kvinnur bjóða seg fram á fyrsta kvinnulistanum nakrantíð í Sjóvar kommunu til kommunuvalið 2024.
Endamálið við Kvinnulistanum er at geva veljaranum møguleika at vera tryggur í, at stemman fer til at betra um javnstøðuna í kommunustýrinum í Sjóvar kommunu. Tørvur er á fjølbroyttum sjónarmiðum í politikki, og eru øll valevnini á listanum samd um, at tað hevur stóran týdning fyri komandi ættarlið, at kvinnuligar fyrimyndir bæði hoyrast og síggjast í almenna rúminum, eisini í Sjóvar kommunu, siga stigtakarirnir til listan.
Listin er latin inn, og kvinnurnar sum bjóða seg fram eru:
Noomi Káradóttir Rasmussen, Strendur
Sandra Ljósá Østerø, Strendur
Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, Strendur
Leila Johannesen, Kolbeinagjógv
Ann Anthoniussen, Strendur
Birita W. Djurhuus, Strendur
Drós Ellingsgaard, Innan Glyvur
Halbjørg Mørch Christiansen, Strendur
Petra Weihe Mikkelsen, Strendur
Deil á Facebook