Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2023 12:43

Kvinnulandsliðið bjóðar til U9 venjing

Kvinnulandsliðið gleðir seg til U9 venjingina mikudagin og spælararnir vóna, at nógv børn koma til venjing í Gøtu - Mynd: Bjarni Enghamar/Savnsmynd

Fótbóltsamband Føroya

Í samband við fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini, bjóðar Kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til eina stuttliga venjing í Gøtu.

Nú er niðurteljingin til fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini av álvara byrjað. Kvinnulandsliðið tekur ímóti Montenegro fríggjakvøldið 22. september kl. 18.00, og í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið fegin bjóða øllum U9 liðum (dreingjum og gentum) til eina stuttliga venjing saman við landsliðnum. 

U9 venjingin við landsliðnum verður á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu mikudagin 20. september kl. 17-18. Landsliðsspælararnir standa fyri venjingini og bjóða eisini børnunum ein gávuposa eftir venjiingina, umframt at møguleiki sjálvandi verður fyri autografum og myndum saman við landsliðsspælarunum.

Fyri at skipa venjingina so væl sum møguligt er neyðugt við tilmelding – hetta fer fram á leinkinum her. Freistin at melda til er mánakvøldið 18. september.

Niðanfyri sæst filmsbrot frá líknandi tiltaki á Tórsvølli í fjør – vit vóna, at undirtøkan verður eins góð hesaferð!