Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2023 15:54

KVF framskundar Dag & viku í morgin

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

KVF boðar frá í dag á heimasíðu síni, at dysturin millum Molde og KÍ í morgin verður vístur beinleiðis, og tískil verður Dag & vika sending framskunda og byrjar ístaðin kl. 17.30.

KVF skrivar soleiðis á heimasínu síni:

Glæsiliga ferðin hjá KÍ fram ímóti Champions League-ævintýrinum heldur fram. Fær KÍ gott úrslit í Molde, er liðið eitt fet nærri bólkaspælinum.

Kringvarp Føroya hevur keypt rættindini til at senda spennandi dystin KÍ móti Molde, sum byrjar í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 18.

Hetta merkir, at sjónvarpsskráin í morgin verður broytt. Dagur og vika verður send kl. 17.30, og síðan sendir Kringvarpið frá fótbóltsdystinum frá kl. 17.50.

Lagt verður upp til ein torføran og spennandi dyst, tí øll 10.000 atgongumerkini til dystin eru seld.