Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2024 14:23

Kunnu Føroyar verða hálaðar inn í kríggið?

Danska verjuskipið Hvidbjørnen, sum verjir sjóøkið runt um Føroyar (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Grein/ Eyp

Hernaðarliga virksemið runt oyggjarnar, bæði í luftini, á sjónum og á landi hevur neyvan verið størri í Føroyum síðani Kalda kríggið. 

Áðrenn tað, var tað Seinni Verðaldarbardagi, sum herjaði um allan heimin og sum eisini rakti Føroyar hart. Nógvir føroyingar lótu lív. Serliga vóru tað føroyskir fiskimenn sum ikki bóru boð í bý. Tey fólk sum upplivdu hesa myrku og ræðuligu tíð, byrja nú at fækkast her á foldum. Og kanska, er tað eisini sera sigandi fyri okkara samtíð og orkufylta gerðandisdag, at júst hesi ræðuligu krígsminnini samstundis eisini fána saman við teimum. Menniskjan hevur tíðanverri tendens til at gloyma sera skjótt.

Einki prát um frið

Tað hevur verið lítið ella einki prát at hoyrt um frið ella friðarsamráðingar frá okkara fólkavaldu seinastu árini. Líkamikið hvønn ein hellur til í ræðuliga stríðnum millum Ukraina og Russland, so hevur landstýrið ikki lufta tankan um at funnið eina friðaliga loysn uppá ræðuleikarnir. Men ístaðin tikið “vápn” í brúk við havnastongslum og øðrum. Men bert ímóti tí eina partinum í stríðnum. Hóast føroyskar gerðir munnu muna lítið í tí stóra høpinum, líka mikið hvat vit gera.

Øll sum brúka vanligt vit og skil vita tó, at stongsul, forboð og útihýsan ongantíð førur til nakað gott. Hvørki í tí stóra ella tí smáa. Tað einasta tað ger, er at gera gjónna enn størri enn hon er. Og einaferð kann tað so eisini gerast ov nógv, soleiðis at “bløran brestur” og øll gerast taparar. Dømini eru mong.

Føroyar, hóast vit alment stuðla Ukraina, so mugu vit ikki gerast so tengd at avgerðum hjá øðrum, t.d. NATO, Danmark og USA, at vit ikki klára at hugsa sjálvi ella hava okkara egnu hugsan um tingini.

Tann 23. september í ár boðaði so danski statsministeren, Metta Frederiksen, alment frá, at Danmark, sum eitt av fyrstu londunum í NATO, nú hevur givið Ukraina loyvi til at brúka donsk F16 stríðsflogfør til álop inni í sjálvum Russlandi. Nakað sum Vladimir Putin, forseti Russlands, harðliga hevur hótt við kann koma at føra til eitt veruligt heimskríggj millum NATO (lond) øðrumegin og Russland hinumegin.

Við hesi útsøgn hjá danska statsministerinum, so hevur hon drigið Føroyar, uttan vit vilja tað ella ei, alt nærri einum kriggi, og gjørt okkum til eitt enn størri bumbumál enn vit hava verið áður. Hóast vit hvørki eiga vápn ella hava nakran her.

Føroyar, eru (enn) ein partur av Danmark og øllum verju-og herðnarligum virksemið hjá Danska Kongaríkinum.  

Høgni Hoydal, uttanríkismálaráðharri og Aksel V. Johannesen, løgmaður fáa oftani vitjan frá NATO admiralum, amerikonskum herovastum og útlendskum politikkarum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Samstundis hevur Føroya Landsstýrið eisini alment givið til kennar, at vit (Føroyar) hoyra til tann sokallaða Vesturheimin og stuðla Ukraina og tí ikki eru ein neutralur leikari í hesum stórtalvi millum eystur og vestur. 

Hetta, hóast nógvar røddir hava verið frammi, um, at Føroyar eiga og mugu halda seg neutralar, tá ið tað kemur til kríggj og krígsførðslu.

Alt hetta kemur so í kjalarvørrinum av øllum tí hernaðarliga (verju) virksemið, sum hevur gingið fyri seg á føroyskum/donskum matrikli seinastu tíðina, har føroyingar hava bæði sæð og hoyrt stór fremmand hernaðarflogfør flúgva omanfyri høvdið. Meðan atomriknir kavbátar við jøvnum millumbili hava “vitja” millum firðir og sund.

Danir ráða á landi, í luftini og á sjónum

Hóast summir politikarar og flokkar vilja verða við, at í Føroyum eru tað føroyingar sum ráða og taka allar avgerðir, so er veruleikin ein annar. Danska stjórnin hevur m.a. formliga ábyrgdina av uttanríkis- og verjumálum í Føroyum. 

Føroya Landsstýri er, og hevur verið, bert ein lítil partur av hesi tilgongdini. Og hevur ofta verið seinasti parturin sum hevur fingið at vita hvat danska verjan (herurin) ætlar skuldi henda á føroyskari jørð (í luftini ella á sjónum). 

Tað hevur eisini verið sjón fyri søgn í onkrum av hendinginum seinastu tíðina. T.d. var landstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, noyddur at standa til svars fyri hendingina um hernaðarflogfarið, har landsstýrið ikki hevði vitan um nakað sum helst, inntil hendingn var farin fram.

Alt hetta hendir, meðan NATO admiralar, amerikanskir herovastar og útlendskir politikkara og ráðharrar, kropp av kroppi, detta inn á bonaðu gólvuni í Tinganesi, har Aksel V. Johannesen, løgmaður og Høgni Hoydal, uttanríkismálaráðharri, hava tikið ímóti, við donskum fylgið altíð við sína lið.

Fløkt viðurskifti 

Hóast onkrir føroyskir politikkarar royna siga at ábyrgdin og avgerðin altíð liggur í Føroyum og hjá Føroyafólki, so er tað ikki soleiðis sambært donsku Grundlóguni og Heimastýrislógini.

T.d. segði núverandi uttanríkismálaráðharri, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, soleiðis í Dag & viku 14. januar 2022: “Hóast verjumál eru felags fyri alt ríkið, skulu Føroyar samráðast beinleiðis við NATO, USA og Bretland um at seta radaran upp.”

Hetta er tó í andsøgn við “veruleikan”, tí Danmark, sambært Heimastýrislógini, umsitur verju- og trygdarpolitikk fyri Føroyar. 

Men fyri at gera spurningin enn fløktari um hvør ræður í Føroyum, so er tað ikki altíð, at sjálvt Danmark, veit hvat gongur fyri seg í Føroyum, tá ið tað snýr seg um verju- og trygdarpolitikk.

Í svarið til fyrispurning frá Sjúrð Skaale á summri 2023, segði danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, m.a. at danska Verjumálaráðið einki visti um hernaðarflogfarið sum fleyg sera lágt yvir Føroyum seinnapartin leygardagin tann 5. august 2023.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði soleiðis um somu hending tann 6. august 2023: “Ja, hetta átti at verið kunnað um áðrenn. Talan er um eitt amerikanskt hernaðarflogfar, og tey hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi. Men vit hava biðið um, at fráboðan kemur áðrenn, so vit kunnu senda kunning til føroyingar. Tað er ikki hent her – hvørki til Uttanríkisráðið ella til Arktisk Kommando. Og tað eigur ikki at koma fyri. Vit geva boð á røttum stað.”

Løgtingið hevur verið friðaligt um nakrar friðarsamráðingar millum partarnar (Mynd: Eysturpoyarportalurin)

Ógreiður uttanríkismálaráðharri

Tí er tað kanska ikki løgið at vanligi føroyingurin er ørkylmaður og stúrin í hesum døgum og ikki heilt veit havt tað er sum hendir um okkara leiðir.

Eru Føroyar við at gerast ein hernaðarstøð/miðdepil hjá NATO og USA í krígnum ímóti Russlandi?

Eysturoyarportalinum hevur vent sær til Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi og núverandi føroyska uttanríkismálaráðharra, og sett honum fylgjandi spurningarnar: 

Hvat hann heldur um at Danmark, sum Føroyar eru partur av, nú loyva donskum/og harvið eisini óbeinleiðis føroyskum vápnum, at verða nýtt í beinleiðis álopið inni í Russlandi, á russiskari statsjørð? 

Og hvussu samsvarar tað sum statsministeren, Metta Frederiksen, ger, við stevnumið Tjóðveldis, sum Høgni Hoydal er formaður í?
(Stevnumið Tjóðveldis sigur soleiðis: Tjóðveldi vil
 at Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari av­dubb­ing í heiminum og At Føroyar og Norðuratlantshav skulu vera kjarn­orku­frítt øki og hvørki hava hermegi ella her­støðir)

Hvat viðmerking hann hevur til alt tað hernaðarliga virksemið sum nú hendir í føroyskum økið? Og hvat er ætlanin hjá Føroya Landsstýri við øllum hesum virkseminum?

I skrivligum svarið sigur Høgni Hoydal soleiðis við Eysturoyarportalin, uttan tó at svara ítøkuliga uppá spurningarnar:

Høgni Hoydal : “Ólógliga innrás Russlands í Ukraina hevur elvt til kríggj millum londini. Sameind í Evropa og Norðuramerika leggja nógv fyri til tess at veita Ukraina stuðul og styrk.

Høgni Hoydal : Føroyar hava latið lutfalsliga stórar upphæddir til Ukraina, men tað er ikki eitt mál fyri landsstýrið í hvønn mun onnur lond velja at lata m.a. vápn og hernaðarliga útgerð til Ukraina. 

Høgni Hoydal Landsstýrið virkar í uttanríkis-, trygdar- og verjuviðurskiftum sambært Tjóðartrygdarpolitikkinum, sum Løgtingið einmælt samtykti í vár.”

Nógv hernaðarligt virksemið runt Føroyar

Tað hevur verið serliga nógv virksemið á tí verju-og hernaðarliga økinum í Føroyum og føroyskum luft- og sjóøkið seinastu tíðina. Niðanfyri eru nakrar av hendingunum umrøddar.

27. august 2022  

Eitt stórt hernaðarflogfar fleyg sera sera lágt yvir Havnini og norður gjøgnum Skálafjørðin. Talan var um eitt bretskt Royal Air Force, sum hevði eina hernaðarvenjing.

5. mai í 2023

Eitt krígsskip kom inn á Runavík. Talan var um týsku fregattina Mecklenburg-Vorpommern, sum var við í Natovenjingini, ið kallast Dynamic Mongoose 2023.

26. juni 2023

Kom amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin USS Delaware inn á Oyrareingir.

5. august 2023

Fleyg aftur eitt lágtflúgvandi hernaðarflogfar yvir Skálafjørðinum. Talan var um eitt amerikanskt hernaðarflogfar.

25. apríl 2024 

Kom amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin USS Albany í Nólsoyarfjørð.

29. apríl 2024 

Hittust norðurlendsku verjumálaráðharrarnir á fund í Føroyum við Høgna Hoydal og Troels Lund Poulsen. Á skrá fyri fundin var millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

2. mai 2024

Byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024. Tilsamans 10 skip, fimm kavbátar og átta flogfør tóku lut í venjingini við Føroyar. Hetta var samstindis triðja árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fór fram við Føroyar.

13. juni 2024

Komu trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) til Føroyar. Talan var um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.

17. mai 2024 

Silgdi ein kavbátur gjøgnum Djúpini. Talan um ein hollendskan NATO kavbát, sum var komin úr Íslandi og var ávegis til Den Heldur í Niðurlondum.

21. juni 2024 

Kom eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar. Talan var um eitt flogfar hjá New York National Guard.

21. juni 2024

Kom amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin USS New Hampshire í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.

14. august 2024

Skuldi amerikanski herflotaráðharrin, Carlos Del Toro, eftir ætlan koma á vitjan í Føroyum. 

Amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin USS Delaware vitjaði í juni í 2023 (Mynd: Eysturoyarportalurin)