Sámal Sunnudag
Stættarstríðið er av!” proklameraði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005. Hetta elvdi til mikið kjak og atfinningar frá serliga fakfeløgum og gomlum floksfeløgum. Stættarstríðið er framvegis veruleiki hvat viðvíkur lønarviðurskiftum, arbeiðskorum og ójavna, verður ført fram.
Á ein hátt er eg tó samdur við Jóannes Eidesgaard. Vit hava gaman í stórar ójavnar í føroyska samfelagnum, men stættirnar, sum vit kendu frá 20. øld hava ikki somu mobiliserandi megi sum áður. Javnaðarflokkurin er ei heldur ein flokkur av arbeiðarum, men er gjøgnum árini vorðin ein flokkur fyri almenn starvsfólk. Nógv verkafólk síggja seg meiri í andsøgn við almennu starvsfólkini enn við privatu arbeiðsgevararnir. Í fleiri stórum býum í landinum er sera útbreitt, at arbeiðsfólkini beinleiðis stuðla arbeiðsgevarunum, ja atkvøða fyri sama flokki sum arbeiðsgevararnir.
