Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.12.2022 07:57

Kunningarskriv um fýrverk, ið er afturkallað í Danmark

Sum miðlar hava víst á, fæst fýrverk, ið er afturkallað í Danmark, til keyps í Føroyum. Talan er um fýrverk sum, hóast tað er ætlað sum lógligt, ikki verður metta at hava nøktandi dygd og trygd samsvarandi danskari lóg. Viðkomandi fýrverk er tó ikki ólógligt sambært føroysku lóggávuni um fýrverk, og kann tískil ikki afturkallast.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi skulu tó, út frá einari vanligari meginreglu um fyrivarni, mæla fólki til at kanna um teirra fýrverk er fevnt av donsku afturkallingunum, og taka øll neyðug trygdaratlit. Afturkallingarnar síggjast á hesari leinkju: https://produkter.dk/mangelfuldeprod

Myndugleikarnir skulu samstundis minna á, at besti hátturin at sleppa undan skaða av fýrverki er at fylgja teimum 5 einføldu ráðunum:

1: Nýt verndarbrillur

2: Skjót bert góðkent fýrverk, ikki heimagjørt ella ólógligt fýrverk

3: Halt ikki tendraðum fýrverki í hondini, men set fýrverkið í ein haldara, sum ikki koppar

4: Halt trygdarfrástøðu og bend teg ikki inn yvir fýrverkið

5: Far ikki aftur til fýrverk, ið ikki brast

Sí eisini: https://arb.fo/news/128/5-god-rad-um-fyrverk

Vinarliga

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi