Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2024 12:04

Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøguleikar

Glasir

Tey, sum nú skulu velja útbúgving eftir fólkaskúlan, fáa mánadagin 19. februar møguleika at kunna seg um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi.

Tá verður opið hús á skúlanum frá kl. 19 til 21. Kunnað verður um breytir og leiðir á miðnámi og yrkisnámi. Eisini verður møguleiki at hoyra um Musikkskúlamiðnám og Tilfeingisbreytina í Vestmanna.

Lærarar, næmingar og lærlingar greiða frá skúlagongdini á Glasi, og Næmingatænastan verður til staðar at svara spurningum.

Eisini verður møguleiki at vitja runt á skúlanum, t.d. á framkomnu verkstøðunum hjá Glasi.

Skráin fyri kvøldið er henda:

  • Una Joensen, rektari, bjóðar vælkomin.
  • Ísak Sambleben, lestrarvegleiðari, greiðir frá útbúgvingum á Glasi.
  • Tónleikaframførsla verður, og eisini fer Edith Dahl Jacobsen at greiða frá Musikkskúlamiðnámi.
  • Magnus Gaard greiðir frá miðnámsútbúgvingum í Vestmanna.
  • Síðani verður farið út í stovur á skúlanum, har ymisku breytirnar greiða frá teirra leiðum.
  • Møguleiki er at vitja verkstøð, royndarstovur og tosa við Lestrarvegleiðingina.

Vælkomin til opið hús.