Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2023 11:18

Kunning um tillagingar í Læknavaktini frá 1. juni 2023

Mynd: Heilsutrygd

Tíðindaskriv/Heilsutrygd

Eftir at samráðingarnar millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ikki bóru á mál, hevur Kommunulæknafelag Føroya valt at gera tillagingar í Læknavaktini 1870.

Í hesum sambandi hevur Kommunulæknafelagið boðað frá broytingum í tænastuni frá 1. juni 2023.

Læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst.

Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er.

Kommunulæknafelag Føroya fer at kunna borgarar á hóskandi hátt um nýggju fyribilsskipanina. Heilsutrygd fer at bera hesa kunning á www.heilsutrygd.fo

Samanumtikið verður hetta støðan frá 1. juni 2023:

  • 1870 svarar framvegis, tá ringt verður til Læknavaktina.
  • Í meginøkinum verður ein lækni á vakt. 
  • Í Suðuroy/Sandoy heldur tænastan við koyrivakt fram.