Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.12.2024 10:57

Kunning um ólógligir tangar

Runavíkar Kommuna

Frá 1. januar 2025 verða ávísir oljutangar ólógligir sambært kunngerð um at fyri dálking frá oljutangum. Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fært hetta uppá pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til, at fáa freistina longda í serligum føri.

Freistin kann í serligum føri leingjast:

Um ætlan er at skifta til felagshitaskipan
Tað tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
Um bindandi avtala er gjørd um nýggjan oljutanga við veitingartíð
Um bindandi avtala er gjørd um nýggja hitaskipan við veitingartíð

Neyðugar upplýsingar skulu fylgja við umsóknini:

Eigari, adressa og matrikulnummar
Avrit av avtalum um at knýta í felagshitaskipan
Meting um tíðina tað tekur at brenna oljuna í tanganum
Avrit av bindandi avtalum við veitingartíðum

Umsókn kann sendast til Runavíkar kommunu á runavik@runavik.fo í seinasta lagi 31. desember 2024.

Vegleiðing at seta upp oljutangar

Leinkja til kunngerð: https://logir.fo/Kunngerd/124-fra-11-09-2018-um-at-fyribyrgja-dalking-fra-oljutangum

Arbeiðis- og brunaeftirlitið hevur vegleiðing til hvussu oljutangar skulu setast upp inni á www.arb.fo.Deil á facebook