Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.11.2022 15:25

Kunning frá løgregluni um valplakatir

Mynd: Savnsmynd (Mynd: Landsverk)

Heitt verður á politisku flokkarnar, at kanna eftir, at valplakatir hanga soleiðis, at tær ikki eru til vanda/bága fyri ferðlsuna.

Fleiri staðni runt um í Tórshavn, hanga nógvar valplakatir alt ov lágt og koma á fleiri støðum langt inn yvir gongubreytina. Hettar kann serliga verða til vanda fyri sjónveik.

Sum vegleiðing um, hvussu høgt ferðsluskeltir skulu hanga yvir gongubreyt, so er tað mátið 2,2 m høgt til undirkant av skeltinum, og yvir súkklubreyt 2,3 m høgt til undirkant á skeltinum. Hesi mátini eru eisini hóskandi til uppsetan av valplakatum.

Ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar.