Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.01.2023 02:24

Kunning frá Landsverk

Mynd: Landsverk

Sera nógvur kavi liggur á landsvegnum Millum Fjarða og niðan móti Norðskálatunnlinum. Tað er ikki koyrandi ì løtuni. Nakrir bilar standa fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin á landsvegnum eystanfyri.

Heitt verður á bilførarar um ikki at koyra eftir hesi leið, sum líkindini eru í løtuni.

Landsverk byrjar at grava kava kl. 0600.