Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.10.2022 12:01

Kunngerð í samband við fólkatingsvalið – Eiðis kommuna

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Fólkatingsvalið mánadagin, tann 31. oktober 2022 fer fram í Kolshøll á Eiði.

Atkvøðugreiðslan er millum kl 09.00 – kl. 20.00.  Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.


Brævatkvøður
 : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er fríggjadagin, tann 28. oktober 2022.

Eiði, tann 19. oktober 2022.

EIÐIS BYGDARÁÐ