Mynd: Sjovar.fo
Mikudagin 2. november kl. 19:30 skipar Eldraráðið fyri Roðan fyri kunnandi fundi í bygdahúsinum á Strondum.
Fundurin er ein liður í ætlanini hjá ráðnum at koma runt í teimum trimum kommununum, Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunu og kunna um arbeiðið hjá ráðnum. Nevndu kommunur eru saman um eldrasamtakið kring Skálafjørðin. Fundurin er ætlaður eldri borgarum á Strondum og Innan Glyvur.
Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.
Simona Paula á Fríðriksmørk kemur at syngja fyri okkum, og Malena Thomsen fer at hugleiða um ymiskt.
Tá Simona Paula hevur sungið, og Malena hevur hugleitt, verður hugnaløta har vit fáa ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið.
Vónandi fáa vit eitt gott prát yvir kaffimunnin, har vit lurta eftir hugskotum frá borgarnum.
Vit heita á tykkum ungu um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.
PS: Tit eru vælkomin at taka brøvini, um SMS skipanina, við á fundin, um tit ikki longu hava sent tey inn aftur til okkum.
Vinarlig heilsan
Eldraráðið Fyri Roðan