Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2023 17:40

Dagført! Kríggið í Ísrael: “Vit sleppa nú heim”

Erland og Heidi í Ísrael áðrenn Hamas leyp á leygardagin. (Mynd: Erland Tvørfoss)

Uppruna greinin var at lesa fyrr í morgun á Eysturoyarportalinum. Men av trygdarávum var greinin tikin aftur, men nú eru tey komin til høvuðsstaðin Amman í Jordan í øllum góðum, váttar Erland Tvørfoss fyri Eysturoyarportalinum.

Erland Tvørfoss, sum saman við konuni Heidi Tvørfoss og øðrum føroyingum eru endað mitt í ræðuleikunum, nú Hamas hevur lopið á Ísrael segði soleiðis við Eysturouarportalin fyrr í morgun:

Vit sleppa heim við leiguflogfari íslendingar hava leigað. Vit sita í bussinum á veg til markið um Jordan, sigur Erland við Eysturoyarportalin.

Vit skulu ganga ein tein yvir um markið og skifta buss. Íslendingarnir hava tikið sera væl ímóti okkum. Skulu skifta buss á markinum inn til Jordan og so flúgva til Reykjavíkar úr Amman (Jordan) í kvøld.

Føroyski og íslendski sendiharrarnir hava samstarva um at fáa okkum við. Íslendingar vísa sera stóra vælvild móti okkum. Eg, Heidi, Kartin Høgnesen og Durita og Dávid Dam Jacobsen ferðast ølll saman, sigur Erland Tvørfoss at enda við Eysturoyarportalin.

Ferðalagið er nú í Amman í Jordan, har tey bíða eftir íslendska flogfarinum sum skal flúgva tey heim.

Íslendska og føroyska ferðalagið í Amman