Soleiðis kundi lýsingin hjá Sp/f JP Byggivirkið ljóða!
Í allan morgun hevur løgreglan gjørt ferðmátingar í Eysturoynni, serliga á Kambsdali og við Gøtugjógv. Og fleiri eru komin í “felluna” fyri at koyra ov skjótt.
Men tað sum fólk nokk hava fest seg mest við, er tað, at løgreglan hevur brúkt ein firmabil hjá einum privatum byggivirkið til endamálið at taka ferðmátingar. Talan er um Sp/f JP Byggivirkið úr Leirvík.
Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við eigarin av byggivirkinum, sum váttar at hann hevur lænt bilin út til løgregluna.
-Hvat løgreglan so nýtur bilin til, er upp til teir. Eg hava bara lænt teimum bilin, sigur eigarin við Eysturoyarportalin.
Løgreglan, sum Eysturoyarportalurin eisini hevur tosa við, sigur at hetta er ikki nakað nýtt sum teir gera og heldur ikki ólógligt.
Tískil kann bert staðfestast, at hetta er eitt heilt nýtt slag av marknaðarføring her heima hjá okkum.
Deil á Facebook