Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2022 07:58

Kreativ loysn av Landsverk?

Mynd: Privat

Ein lesari hjá Eysturoyarportalinum hevur vent sær til redaktiónina.

Á vegastrekkinum millum Gøtu og Kambsdal, har sera nógv ferðsla er hvønn dag, er landsvegurin sera vánaligur, við nógvum holum og slitið.

Og av tí orsøk, hevur Landverk nú sett eitt ávaringarskeltið upp á vegastrekkinum, har tvær “bumpur” ávara um ójavnan veg.

“Hetta er sera kreativt hugsa av Landsverk, nú eingir pengar eru til at gera ábøtur á hesum vegastrekkið frá Kambsdali til Gøtu”. “Hetta er helst ein partur av samferðslupakkanum hjá landsstýrinum”, sigur lesari heldur speiksliga.

Vegalongdin millum Norðragøtu og Kambsdal er 4,12 km.