Krabbameinsfelagið
Aðalfundur var í Krabbameinsfelagnum mánadagin 20. apríl 2026, og nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður
Hansina Mikkelsen, kassameistari
Aksel Haraldsen, nevndarlimur
Rúna Olsen er nýggj í nevndini og kom inn fyri Marnar Fríheim Kristiansen, sum valdi ikki at stilla upp aftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá. Ársfrágreiðingin kann lesast niðast á síðuni.
Heilsan frá forkvinnuni:
Bera byrðar í felag
Kjarnauppgávan hjá Krabbameinsfelagnum er greið: eingin skal kenna seg einsamalla ella einsamallan, tá ið krabbamein rakar. Vit vilja lætta um, alt tað vit eru ment.
Eisini 2025 hevur verið eitt virkið ár. Nógv hava sett seg í samband við felagið, har starvsfólkini hava ráðgivið og veitt munagóða hjálp og stuðul. Viðgerð er alneyðug, men tørvur er eisini á, at onkur er, sum hoyrir teg, skilir teg og stuðlar tær.
Tað hevur eisini verið skipað fyri tiltøkum í hópatali. Tiltøk, har eisini tey sjálvbodnu hava tikið stór tøk. Øll tey sjálvbodnu, sum eru ein týðandi partur av felagnum.
Saman um krabbamein
Hvørt ár hevur sítt. Onkur ár eru serligari enn onnur. So er eisini við 2025. Har er tað serliga landsinnsavningin – ‘Saman um krabbamein’.
Hon kravdi sítt. Vit stúrdu eitt sindur. Treyðugt so. Vit arbeiddu nógv. Vit vóru spent. Og so upprann kvøldið, 26. oktober í 2025.
Tá ið kvøldið var hálvrunnið, minnist eg, at eg hevði eitt ynski: gævi hetta kvøldið ongantíð endar!
Øll fólkini, sum gávumild fortaldu okkum sína søgu. Sangarar og tónleikarar, sum forkelaðu okkum. Tey sjálvbodnu, sum prátaðu í telefon við øll tey, sum ringdu at geva pening. Vøkru listaverkini, sum funnu sær hvør sítt heim. Løkshøll og bókasavnið við Løkin, sum hýstu okkum. Tey, sum tóku upp og syrgdu fyri ljóði og ljósi. Tey, sum stýrdu slagnum. Vertirnir, sum so hegnisliga leiddu okkum gjøgnum kvøldið. Forfólkini í politisku flokkunum, sum tóku ódnartøk á rógvimaskinunum. Øll, sum hjúklaðu um. Smílini. Tárini. Takksemið.
Og so peningaligi stuðulin. Næstan 6,8 milliónir krónur. Vit vóru tikin á bóli.
Tað er púra vist, at 26. oktober í 2025 altíð verður eitt dýrabart minni.
Hjartaliga takk.
Fyri allan stuðul.
Krabbameinssjúklingarnir kundu verið færri
Boðini: ‘Tú hevur krabbamein’, eru ræðulig at fáa. Tey allar flestu fáa eina nýggja tíðarrokning. Tað var eitt áðrenn, og nú er eitt aftaná.
Boðini eru ræðulig, bæði hjá tí, sum hevur sjúkuna og hjá teimum, sum standa tí sjúka nær. Tí krabbamein rakar okkum øll, beinleiðis ella óbeinleiðis.
Tíverri eru tað nógv, sum fáa hesi boðini. Tey kundu verið færri, tí tað ber til at minka um vandan fyri at fáa ávís krabbameinssløg.
HPV-koppsetingin bjargar lívi
Koppsetingin avmarkar serliga vandan fyri lívmóðurhálskrabba umframt krabbameini í munnholu, svølgi, baktarmi og penis. Hagtølini siga, at í miðal eru 12 krabbameinstilburðir árliga, sum standast av HPV. Verða øll ung koppsett, kunnu vit vænta, at 11 av hesum 12 sleppa undan at fáa krabbamein, sum stendst av HPV.
Áheitanin frá Krabbameinsfelagnum er tí, at børnini og tey ungu verða koppsett fyri HPV. Vit mugu taka felags tøk at røkka tí málinum, so HPV-koppseting verður líka sjálvsøgd, sum barnakoppsetingarnar eru í Føroyum.
Herðið roykilógina
So er tað tubbakið. Hetta forbrenda tubbakið.
Roykilógin verður skjótt 18 ár. Tubbaksídnaðurin ger alt, hann er mentur, at krøkja fleiri og fleiri. Tað sær ikki út til at nerva henda ídnaðin, at tað eru ung og kanska enntá børn, sum verða bundin av tubbaki og nikotini. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri handlar selja ungum undir 18 ár tubbaks- og nikotinvørur. Hóast tað er bæði ólógligt og ikki minst ræðandi skaðiligt.
Vit mugu gera alt, vit eru ment, at verja børn okkara og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaki og nikotini. Hvørki tubbaksídnaðurin ella øll í handilsvinnuni fara at gera tað.
Tað skal og má tryggjast í lóggávu.
So góða, besta Eyðdis: ger lógaruppskot, har roykilógin verður herd munandi – og ger tað beinanvegin.
Snarkanningar fyri tarmkrabba eru alneyðugar
Í Krabbameinsætlanini er tilmæli um snarkanningar fyri tarmkrabba. Tilmælið kemur ikki av ongum, tí hetta ein av størstu krabbameinsbólkunum. Tøl úr grannalondunum vísa greitt, at hesar snarkanningarnar gera avgerandi mun. Bæði, at sjúkan verður funnin so tíðliga, at viðgerðin kann vera nógv mildari, og at 20% kunnu sleppa undan at fáa tarmkrabba, tí undanstig til krabban verða funnin í kanningunum.
Í Krabbameinsfelagnum vóna vit, at tað gongur ikki long tíð, til landsstýrisfólkið í heilsumálum kann siga: Í Føroyum bjóða vit øllum millum 50 og 74 ár snarkanningar fyri tarmkrabba.
Felags krabbameinsmóttøka er stórt framstig
Tíbetur hava vit eitt gott sjúkrahúsverk. Batar eru alla tíðina, eisini í 2025.
Serliga fegnast vit um felags krabbameinsmóttøkuna, sum er sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er fyri at staðfesta krabbameinssjúkuna og fáa sjúklingin í viðgerð, so skjótt sum til ber.
Nú bíða vit spent, tí nýggja samgongan hevur sett sær málið at hava viðgerðartrygd í almenna føroyska heilsuverkinum. Vit vóna, at fyri krabbameinssjúklingar merkir tað, at ásett verður, hvør mest loyvda bíðitíð skal vera til ávikavist at verða útgreinað og fáa viðgerð fyri krabbamein.
Tí tíðin hevur alt at siga, tá ið talan er um at basa krabbameini.
Útlitini batna
Í øllum hesum mugu vit ikki gloyma, at hjálpin verður betri og betri.
Fleiri koma undan við lívinum. Fleiri liva longur.
Tað gleðast vit um. Lívið. Hetta stóra undrið.
Gott vár!
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
