Birkblog
Lesa vit uppskotini frá valdu tinglimunum um dialysu í Klaksvík, brúgv í Skálafirði og vegastrekki við Streymin, so er tað ein sannroynd, sum einki kann gerast við, at løgtingsvalið og tess valdu valevni eru lokal. Reint lokal.
Men tað var ikki tað, sum skiftið frá gomlu skipanini legði upp til. So eg seti meg í morgun við skúlatelduna, sum nú er søgubókin.
Mítt sjúkrahús, mín brúgv og mín vegur – maktin er lokal
