Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2022 11:18

Kórsangir úr Fuglafirði í kirkjuni við Norðskála

Mynd: Fuglafjarðar sangkór

Mikukvøldið 14. september 20:00 vitjar Fuglafjarðar sangkór í kirkjuni við Norðskála. Allir kórsatsirnir eru skrivaðir av tónaskøldum við tilknýti til Fuglafjarðar sangkór.

Anne Mette Greve Klemensen sang við kórinum tey árini hon var prestur í Fuglafirði. Hon hevur skrivað fýra satsir til týðingar hjá skaldinum Alexandur Kristiansen og ein til ungdómsyrking hjá Hans Andrias Djurhuus. Sámal Matras Kristiansen, ið eisini er organistur í Hvalvíkar kirkju, hevur skrivað tveir satsir til týðingar og ein til ungdómsyrking hjá Alexanduri, tveir til ungdómsyrkingar hjá Christian Matras og eitt nýtt lag/nýggjan sats til jólasálm hjá Símun Mikal Zachariasen. Heðin Kambsdal hevur eisini gjørt eina útseting til yrking hjá Alexanduri til kent týskt lag.

At enda syngur kórið sera hugfarsligan kórsats hjá Niels Midjord, sála, yvir sálmin “Himnafaðir” hjá Kristiani Osvald Viderø. Við hesum vil kórið minnast Niels, ið var fastur fúsur sum bassur í Fuglafjarðar sangkóri og lyfti øll upp við sínum blíða og skemtandi lyndi.

Konsertin er partur av skránni fyri Mentanardagarnar í Sunda kommunu. Talan er um somu skrá, ið varð framførd í Fuglafirði fyri knøppum tveimum vikum síðani.