Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.03.2023 14:53

Konsert við Norðljómi og Eiðis Ljómfelag

Mynd: Eiðistiltøk

Mikudagin 22. mars verður felags konsert við Norðljómi og Eiðis ljómfelag í Kolshøll. Konsertin er ókeypis. Norðljómur skrivar:

Í samband við at skúlaorkestrið hjá Norðljómi fer námsferð til Íslands, hevur orkestrið saman við Eiðis ljómfelag konsert mikudagin 22. marts kl. 18.30 í Kolshøll á Eiði. Á skrá verður lívligur tónleikur frá seksti og sjeyti árinum. Balkantónleikur, Beatles og annað gott. Øll eru vælkomin at lurta.