Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.02.2023 10:10

Konsert við Jens Marna og Kim Hansen í Kolshøll fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 17. februar klokkan 20:00 verður konsert við Jens Marna og Kim Hansen í Kolshøll.

Jens Marni og Kim Hansen eru tveir av royndastu tónleikarunum í Føroyum, ávikavist kendir úr bólkunum All That Rain og Moirae. Teir hava ríkað føroyska mentanarlívið seinastu mongu árini, og nú gongur leið teirra norður í Kolshøll at spæla.

Atgongumerki kunnu keypast niðanfyri. Kostnaður er 150 krónur.