Eiðis kommuna
Á seinasta bygdaráðsfundi hjá Eiðis kommunu 30. januar, samtykti bygdaráðið ein samstarvssáttmála millum Eiðis – og Sunda kommunur um eina felags bussleið.
Frá 1. mars kemur leið 1 at koyra úr Hósvík til Eiðis, hvønn tíma frá klokkan 16:00 til 22:00 allar gerandisdagar í árinum.
Vit í Eiðis kommunu eru fegin um hetta samstarv. sum Sunda kommuna eisini skrivar, so leggur hetta samstarv góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis.
Deil á Facebook