Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2026 09:26

Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgjald, uppboðssøla og kjak….

Savnsmynd: Eysturoyarportalurin

Lesaravræv

Nei, tað snýr seg ikki um at ognartaka vinnuna. Tað snýr seg ikki um at øvundsjúku. Tað snýr seg ikki um at summi fortjena ov nógv……Tað snýr seg um av varðveita og menna eitt samfelag, har tað er gott at búgva hjá øllum. Og tað kostar pengar.

Okkara vælferðarsamfelag er undir trýstið. Ynskja vit at varðveita eitt samfelag, sum líkist tí vit hava í dag, so er neyðugt at gera tað, sum er neyðugt at gera. 

Eg trúgvi als ikki uppá, at vit kunna spara okkum til eitt haldført vælferðarsamfelag. Sjálvandi skulu vit spara har sparast kann, og dagføra okkara skipanir, har tørvur er á tí. Men hendan myndin sum verður tekna har tað t.d. er tann almenni geirin sum er orsøkin til tær avbjóðingar ið standa fyri framman, er uttanumtos, og vælkendar metodur hjá politiskum flokkum á høgra vonginum. Hygg bara eftir USA. 

Okkum tørvar ein sterka almennan geira, sum tryggjar rættarskipana og vælferðarsamfelagið. Tað er ein av grundsúlunum undir tí norðurlendska vælferðarsamfelagnum. Tí fara alarmklokkur at ringja hjá mær, tá tosa verður um at niðurleggja eftirlitisstovnar (HFS og Umhvørvisstovan hava verið nevnd). 

Eg endurtakið, sjálvandi skal landið ikki brúka óneyðugar pengar, og skal spara har sparast kann. Men eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag kostar pengar og kann ikki bara niðurlagast uttan grundleggjandi broytingar. 

Og tá vit longu rinda ein sera høgan inntøkuskatt, so má fíggingin í størri mun koma frá øðrum. 

Og tað leiður meg til spurningin um tilfeingisgjøld og um uppboðssølu av fiskirættindum. Eg havi mangan ført fram, at eg haldi kjakið er alt ov grunt, og tekur ikki neyðug samfelagsatlit. 

Veruleikin er IKKI tann, at ein uppboðssøla av t.d. fiskitilfeinginum kemur at bjarga øllum, akkurát sum veruleikin heldur IKKI er, at ein uppboðssøla kemur at “drepa” alla fiskivinnum. Kjakið er alt ov polarisera, til at tað kann gerast konstruktivt.

Sum oftast eru tað búskaparfrøðingar sum hava sterkar meiningar um fyrimunirnar við einari uppboðssølu, sum kvf endurgevur. Tað finnast eisini búskaparfrøðingar sum síggja stórar avbjóðingar við einari uppboðssølu. Men teir fáa ikki rúmd í kvf. 

Eg sakni eina meira samfelags vinkul á kjakið. Eg sakni fleiri áskoðanir og fleiri loysnir. 

Tað er ein orsøk til at vit deila samfelagsfakini upp í nógvar ymiskar greinar. Altso, búskaparfrøði, samfelagsfrøði, stjórnmálafrøði, sosiologi, antropologi o.s.fr. 

Búskaparfrøði hevur ikki einarætt uppá “sannleikan” um samfelagsviðurskiftir sum heild. Tað er mestsum tann fatan ein fær útfrá kjakinum.

Lat okkum fyrst “krita banan upp”, so vit vita hvat vit kjakast útfrá. Lat okkum fyrst sláa fast, at tá búskaparfrøðingar siga at tað er uml. 1 mia. at “heinta” við einari uppboðssølu, og ein uppboðssøla er einasti mátin landið fær alla tilfeingisrentuna inn, so er fortreytin tann at tað er við einari fullstendigari fríari uppboðssølu. Tað merkir at tá hava kinesarar, niðurlendingar o.s.fr. júst sama møguleika at bjóða uppá okkara fiskatilfeingi, sum føroyingar. Hetta kemur alt ov sjáldan fram. 

Altso, skulu vit hava alla tilfeingisrentuna inn við einari uppboðssølu, so er ein fortreyt at kappingin er 100% opin fyri øllum heiminum. 

Tað sigur seg sjálvt, at um útlendingar koma at eiga alla okkara tilfeingisvinnu, so hava vit heilt aðrar samfelags avbjóðingar, enn tær vit hava í dag. Vit fáa kanska alla tilfeingisrentuna inn, men neyvan alla virðisøkingina av fiskitilfeinginum. Og tað hevur avgjørt stóran týdning fyri Føroyar. 

Tað er IKKI líkamikið um tað stendur Amsterdam ella Gøta á hekkuni á okkara skipum.

Fyri mítt viðkomandi, so eri eg av tí greiðu uppfatan, at tilfeingisvinnur her í Føroyum skulu vera 100% ogn hjá føroyingum. Tað er einasti mátin vit skilagott kunna stýra okkara tilfeingið, so tað kemur til gagns fyri alt samfelagið. Tað eru nógv dømir runt um í heiminum, har lond hava mist tamarhaldið á teirra tilfeingisvinnum. Nokk um tað her.

Og jú, tað ber væl til tekniskt at skipa eina uppboðssølu bara fyri føroyingar. Og tann uppboðssølan sum var, virkaði fyri so vítt. Alt bleiv selt, og landskassin fekk pengar inn. Men tað er ikki øll søgan.

Sanna Laksá skrivaði sína phd ritgerð um júst uppboðssølurnar sum vóru. Hon staðfesti, at tað er sera avbjóðandi at fáa slíkar uppboðssølur at virka í einum so lítlum marknaði, sum Føroyar er, við sínum fyritreytum og teimum mongu atlitunum, sum skulu takast. Hon vísti á nógvar byrjunartrupulleikar við uppboðssølunum, og at skulu tílíkar uppboðssølur hepnast, so má nógv orka leggjast í at designa uppboðssølurnar rætt, umframt at endamálið við uppboðssølunum má vera púra greitt frammanundan.

Vit skulu sjálvandi lurta eftir hvat búskaprfrøðingar siga og meina, og taka tað við í samlaðu viðgerðina. Men sum sagt, so eru nógv onnur atlit vit eisini skulu taka við. 

So taka vit samanum hendan partin, so eigur hesin sjónarvinkulin sjálvandi eisini at vera við. Nevnliga, at ein uppboðssøla virkar “bert” í einum marknaði, har kappingin er nóg stór. Og vil man hava alla tilfeingisrentuna inn við einari uppboðssølu, so skal uppboðssølan vera opin fyri øllum heiminum.

Tað eiga tey sum áhaldandi føra fram at uppboðssølan er tað einasta rætta, eisini at fortelja føroya fólki. 

Sjálvur havi eg ongantíð verið fjeppari av uppboðssølu og tí mátanum vit hava tosa um uppboðssølur. Eg kann væl síggja tað skilagóða í at bjóða NÝTT tilfeingið alment út. Eisini er eri eg samdur í, at privatar sølur av loyvum millum aktørar ikki er gott og eigur at steðgast. Sølur av loyvum eiga at vera millum keypara og eigara (ikki leigara). 

Tað ber væl til at rokna uppá hvat tilfeingisrentan er. Tað ber væl til at samanbera við aðrar vinnur og finna eitt útgangsstøð fyri leiguni. Tað manglar bara at Løgtingið semist um, at tað er Føroyar sum skal standa fremst, og ikki verja av ávísum áhugabólkum.

Tað er rokna uppí leypar av, hvussu nógv betri lønandi tað er fyri fyritøkur sum hava hendan framíhjárætt at gagnnýta okkara tilfeingið. So í veruleikanum snýr tað seg bara um at løgtingið hevur rygg til at áseta hvat “leigan” skal vera. 

Sjálvandi skal man ikki krevja meira enn hvat er rímiligt og neyðugt. Men tað er altso neyðugt at krevja meira enn í dag, tí annars kollsiglur okkara vælferðarsamfelag. Og skal borgarin ikki rinda meira í inntøkuskatti, avgjøldum o.l., so má onkur annar gjalda. Longri er søgan ikki.

Lobbyisman stýrir alt ov nógv. Vit uppliva alt ov nógv, at vinnan, áhugabólkar av ymiskum slag, hava alt ov stóra ávirkan á løgtingsarbeiði. Stutt sagt, so renna ov nógvir politikkarar ov nógv ørindir fyri áhugabólkar, og ov lítið fyri  Føroyar.

Jóhan Christiansen