Fríggjadagin 22. mai var móttøku á Estra í Syðrugøtu, tá ið Sonja á Líðarenda bleiv heiðra eftir at hon hevði starvast í fyritøkuni í 50 ár.
Nógv fólk, bæði familja, fyrrverandi starvsfelagir, viðskiftafólk, vinir og bygdafólk høvdu leitað sær á gátt at heiðra kvinnuna, sum byrjaði sum heilt ung genta í læru á Estra og samstundis eisini gjørdist Føroya fyrsti útlærdi kvinnuligi setari.
Røður og tónleikur vóru á skránni umframt munnbitar og og okkurt at drekka. Eisini fekk Sonja ein vakran málning handaðan sum Heðin Kambsdal hevði málað.
Myndir: Eysturoyarportalurin






















































Les eisini: 50 ár á sama arbeiðsplássið – Mær hevur dámt væl á Estra
